- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland lovar at hjálpa
Tað skal vera hent, tá hon í fjørvár samráddist við Turkaland um flóttafólkaspurningin, men hon segði ikki stjórnarleiðarunum í hinum ES-londunum frá avtaluni. Tann einasti, ið kendi til avtaluna, er hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte.
Tað kemur fram í eini nýggjari bók sum er skrivað um avtaluna ímillum ES og Turkaland. Eftir avtaluni skuldu flóttafólkini býtast ímillum ES-londini eftir egnum ynski.
Gingið illa hjá londunum at semjast
Í 2015 gjørdi ES av at taka ímóti 160.000 flóttafólkum, sum skuldu býtast ímillum londini, í seinasta lagi í september í ár, men tað hevur gingið illa hjá londunum at semjast.
Higartil eru bara góð 13.000 flóttafólk úr Italia og Grikkalandi komin til onnur lond í ES. Síðani í mars í fjør eru 870 flóttafólk send aftur úr Grikkalandi til Turkalands, samstundis sum ES-londini hava tikið ímóti 3.000 flóttafólkum úr legum í Turkalandi.
Ein uppgerð, sum týsku landspartarnir, Slesvig-Holstein, Hessen og Berlin hava gjørt, vísir, at samlaðu týsku útreiðslurnar til migrantar og flóttafólk í fjør var uppá 177 milliardir krónur.