- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjøtgøla tekur seg upp í Brasil
Forsetin í landinum kallaði saman til tíðindafund í gjár, í eini roynd at steðga gøluni. Stórir útflytarar av kjøti hava í fleiri ár mutrað eftirlitið, so kjøt, sum ikki kundi etast, er útfluttt til nógv lond, eisini fleiri europeisk lond, millum annað til Danmarkar.
Forsetin í Brasil, Michel Temer, hevur havt fund við fleiri sendiharrar um støðuna og hann tvíheldur um, at eingin vandi kann standast av at eta kjøtið. Samstundis hevur løgreglan í Brasil tikið 30 fólk.
Løgreglan hevur eisini givið boð um at taka onnur 27 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ábyrgdina av útflutninginum. Ein høsnarungagarður, sum stóra felagið, BRF eigur og sláturvirkið, Peccin, eru stongd.
Illgruni er til minst 21 sláturhús aftrat. Brasil útflytir kjøt til umleið 150 lond, og inntøkan, sum landið fær av kjøtinum og høsnarungunum, er umleið 83 milliardir krónur.