- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður dripin í Paris
Tað váttar franska innanríkismálaráðið.
Maðurin royndi at taka eitt vápn frá einum hermanni á flogvøllinum, og krógvaði seg síðani í einum handli, áðrenn hann varð skotin og dripin av trygdarfólkum.
Løgreglan hevur avbyrgt partar av flogvøllinum, og er farin undir eitt størri átak. Millum annað eru bumbuserfrøðingar komnir á staðið fyri at kanna, um maðurin var ílatin ein bumbuvest.
Eingin annar uttan maðurin, sum er skotin og dripin av trygdarfólkunum, er komin til skaða, sigur innanríkisráðharrin Bruno Le Roux, sum fer at vitja á flogvøllinum seinni í dag.
Áðrenn gerningsmaðurin varð skotin á flogvøllinum, hevði hann sjálvur skotið og sært eitt løgreglufólk, tá hann var steðgaður í bili sínum klokkan sjey í morgun.
Franska løgreglan sigur, at tey vita, hvør maðurin er. Tey eru nú farin undir at eina anti-terror kanning av málinum.