- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greinari ávarar: Seljið ikki í óðum verkum
Greinari ávarar: Seljið ikki í óðum verkum
Tað almenna eigur ikki at selja síni partabrøv í BankNordik, heldur ikki hóast prísurin er góður, sigur danskur partabrævagreinari

Hóast keyparar óivað vilja bjóða ein góðan prís fyri BankNordik, so ávarar greinari tað almenna um at selja síni partabrøv í bankanum í óðum verkum
15.03.2017 - 15:48
Tað er fyrst og fremst ein yvirskipaður spurningur, um landið skal eiga í peningastovnum yvirhøvur, ella um landsstýrið selur sín part í BankNordik.
Tað sigur Peter Ejdesgaard Jeppesen, partabrævagreinari. Hann sigur, at hann hevur ikki greinað BankNordik, tað er, um bankin er yvirmettur ella undirmettur.
Løgtingið fer hósdagin at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum, um at landið skal selja sín part í BankNordik, og brúka pengarnar, sum fáast fyri hann, til at byggja bústaðir til fólk, sum ikki fáa fígging í føroyskum peningastovnum.
Hoyr alla samrøðuna við Peter Ejdesgaard Jeppesen, partabrævagreinara, í útvarpstíðindunum her Útvarpstíðindi 12:20
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV