- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið viðger ókeypis koyring
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotini frá Sambandsflokkinum, um at tað skal verða ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eins og í øðrum tunlum í landinum.
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða latnir landinum ókeypis ávikavist 1. mai í ár og 1. mai næsta ár. Og somu dagar fellur bummgjaldið burtur.
Tunlarnir í almenna vegakervið
Flokkurin sigur, at í galdandi lóg um Vágatunnilin stendur, at tá lánini eru afturgoldin, skulu undirsjóvartunlarnir í almenna vegakervið. Men tað heldur landsstýrið ikki. Tað vil eisini hava partapeningin hjá landinum aftur fyrst.
Fyri at fáa landskassanum pengar til at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar, tá bummgjaldið er strikað, mælir Sambandsflokkurin samstundis til at hækka vektgjaldið og gjaldið á bensini og dieseli.
Sambandsflokkurin væntar eisini, at tríggjar milliónir krónur verða spardar, tá feløgini, sum hava umsitið tunlarnar, verða tikin av.