Nógv uppskot leggjast fram í dag

Nógv uppskot leggjast fram í dag
Tann stóri framløgudagurin er í Løgtinginum í dag. Seinasti framløgudagurin í hesari tingsetuni er í dag
Í dag er seinasti dagur, sum til ber at leggja fram uppskot, ið skulu viðgerast í hesari tingsetuni. Sum vant er komin ein rúgva av uppskotum at leggja fram seinasta framløgudag
 
07.03.2017 - 08:07

7. mars er seinasti dagur, sum til ber at leggja fram uppskot, ið skulu viðgerast í hesari tingsetuni. Sum vant er komin ein rúgva av uppskotum at leggja fram seinasta framløgudag. 

Tað ber tó til at fáa uppskot løgd fram seinni, men tá krevst, at minst 17 tingfólk skriva undir í hvørjum einstøkum føri, at uppskotið kann leggjast fram.

Og slík uppskot koma eisini í ár. Uppskotið um lógina um sjófeingi, sum skal koma í staðin fyri lógina um vinnuligan fiskiskap, kemur í apríl. Uppskotið er nú til hoyringar, og hoyringarfreistin er til 28.mars.

Sambandsflokkurin hevur eisini boðað frá, at hann kemur við einum uppskoti um nýggja fiskivinnuskipan. Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10:00 í dag, verður eisini aðalorðaskifti um menningarærlan fyri sjúkrahúsverkið.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155