- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kærur sendar til hoyringar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tinganes_0.png?itok=6KP57wh0)
Landsstýrismálanevndin sendir kærurnar hjá Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen um ávikavist Aksel V. Johannesen, løgmann, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, til hoyringar hjá teimum báðum kærdu. Tað varð avgjørt á fundi hjá nevndini í gjár.
Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum vil hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um løgmaður hevur sagt ósatt fyri tinginum í sambandi við eitt mál, tá Aksel V. Johannesen seldi sín part í línuskipinum Klakki fyrst í hesi øldini.
SÍ EISINI Nevnd fingið kæru um Høgna Hoydal
Jørgen Niclasen í Fólkaflokkurin kærir um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum í ES-sjógvi aftur.
Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi ein bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur.
Landsstýrismálanevndin hevur eina aðra kæru um Aksel V. Johannesen og eina um Høgna Hoydal. Meginfelag útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal fyri embætisførslu hansara, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagar fyri verandi fiskiár.
SÍ EISINI Landsstýrismálanevndin vil hava fleiri upplýsingar
Hendan kæran varð ikki viðgjørd á fundinum í gjár. Miðflokkurin hevur kært løgmann fyri at leggja grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini í Mentamálaráðið.
Miðflokkurin heldur, at løgmaður fór út um sínar heimildir og uttan um løgtingið, tá hann boðaði frá, at grein 14, annað stykki, er yvirtikin.
Í gjár vóru Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur og Bergur Berg, fulltrúa í Mentamálaráðnum á fundinum hjá Landsstýrisnevndini. Landsstýrismálanevndin hevur fund aftur mánadagin.