Játtar seg sekan í skjalafalsan

Játtar seg sekan í skjalafalsan
Ein maður, ið situr á ákærubeinkinum í einum máli um innflutning av bilum, noktar tó at hava snýtt landið við vilja. Hann innflutti 16 bilar
 
01.03.2017 - 13:13

Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava falsað skjøl í samband við sølu av innfluttum bilum, játtar seg sekan í skjalafalsan, men hann noktar at hava svikað landskassan við vilja.

Frá januar 2014 til apríl 2015 fær Akstovan 18 fakturar. Maðurin, ið letur teir inn, fæst við at keypa útlendskar bilar - fyri tað mesta brúkar bilar úr Týsklandi - og innflyta teir til Føroya at selja víðari.

Sniðkaði sjálvur fakturar til

Fakturarnir skulu í høvuðsheitum eitast at stava frá stórum bilasølum í Týsklandi, sum ásettu listaprísin á hvørjum einstaka bili. Men fakturarnir komu ikki úr Týsklandi. 

Teir hevði bilainnflytarin sjálvur sniðkað saman. Hann hevur tikið bilabúmerkið á netinum og fest tað á fakturan, saman við navni og adressu á einari týskari bilasølu og følskum stempli á og sjálvur ásett eitt nývirði ella listaprísin á bilin í evrum.

Ásetti listaprísin er avgerandi, tí hann er við til at avgera, hvussu nógv, ið bilainnflytarin skal rinda Akstovuni og harvið landskassanum í skrásetingargjaldi, tá bilurin kemur til landið.

Náddi at innflyta 16 bilar

Ein listaprísur er virðið á einum bili - áðrenn meirvirðisgjald, avgjøld og møguligum vinningi hjá bilasølum.

Ákærin vil vera við, at maðurin hevur skjalafalsað fakturarnar við tí fyri eygað áseta ein munandi lægri listaprís á bilunum  - millum ein triðing og helvtina lægri - fyri harvið snýta landskassan við at rinda lægri skrásetingargjald - fyri í alt góðar 760.000 krónur.

Bilinnflytarin náddi at innflyta 16 bilar, áðrenn Akstovan fann útav skjalafalsanini. Eitt dømi er ein Volvo, hvørs listavirði sambært falska fakturanum var góðar 210.000 krónur.

SÍ EISINI Mál um svik verður nú latið ákæruvaldinum

Bilurin var sambært ákæraranum góðar 66.000 krónur meiri verdur, tá hann var nýggjur. Harvið verður landskassin snýttur fyri góðar 29.000 krónur í lægri skrásetingargjaldi.

Tann ákærdi játtar seg sekan í skjalafalsan, men hann noktar at hava ætlað at snýta landskassan. Upphæddin, sum ákærin sigur hann hava snýtt landskassan fyri, eru ikki røtt, tí hon byggir á skeiv tøl.

Upphæddin byggir á tøl frá Akstovuni, sum hon hevur fingið frá føroysku bilasølunum, sum eru beinleiðis kappingarneytar hjá tí ákærda.

SÍ EISINI Skuldsettur fyri svik móti landskassanum

Verjin hjá tí ákærdi nýtti fyrrapartin til at grundgeva, at prísirnir frá føroysku bilasølunum ikki eru rættir.

Fyri tað fyrsta er torført at fáa ítøkiliga skrokkprísin á einum bili júst, tá hann kemur úr verksmiðjuni. Og fært tú ikki prísin, so mást tú rinda Akstovuni 3000 krónur fyri at fáa einstøku bilasøluna í Føroyum at upplýsa prísin.

Fyri tað næsta er prísurin ikki tann veruliga skrokkprísurin, tí vinningurin hjá bilverksmiðjuni ofta tikin við í roknistykki.

Verjin: Ákærdi var ørkymlaður

Verjin hjá tí ákærda nýtti fyrrapartin til at vísa á, at tann ákærdi hevði skjalafalsað, tí hann leingi hevði verið ørkymlaður av júst skeiva prísinum, sum hansara kappingarneytar lata Akstovuni.

Stjórin í Akstovuni, sum innkallaður sum vitni, váttaði, at tað er torført - fyri ikki at siga ógjørligt - at fáa upprunaliga skrokkpríosin á einum bili, tá hann fer úr verksmiðjuni.

Tí er vanligt, at Akstovan í tílíkum førum nýtir prísirnar, sum týska høvuðsbilasølan upplýsir, tá hon hevur keypt bilin frá verksmiðjuni. Viðgerðin heldur fram í Føroya rætti seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179