- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettir fyri eldáseting
Kanningardeildin er nú liðug við eldsbrunan við Tinghúsvegin í Havn 20. juli í fjør, og málið er latið ákæruvaldinum.
Tveir ungir menn eru skuldsettir í málinum, men teir nokta seg sekar. Menninir hava verið undir illgruna alla tíðina, síðani eldurin var.
Kanningar hjá politinum, sum fekk serkøna hjálp úr Danmark, staðfestu, at innbrot hevði verið, og eldurin var ásettur.
SÍ EISINI Kanna orsøkina til eldsbrunan enn
Húsini, sum ikki vórðu brúkt sum sethús, men til at fundast í, fingu stóran skaða í eldinum. Húsið varð ikki gjørt aftur. Tað varð tikið niður herfyri.
Við í kanningunum hjá politinum vóru tveir skutarar, sum minni enn eitt samdøgur fyri eldin í húsinum við Tinghúsvegin, vórðu funnir uppkolaðir aftan fyri húsini við Tinghúsvegin.