- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður í tvær vikur
Varðhaldsfongslaður í tvær vikur
Ein maður er varðhaldsfongslaður tí hann skal hava sligið, sparkað og trampað ein annan mann í høvdið
09.02.2017 - 10:24
Ein maður, síðst í 20-unum, er varðhaldsfongslaður í tvær vikur í sambandi við eitt harðskapsmál í Havn týskvøldið
Maðurin varð handtikin um hálvgum seks tíðina fyrrakvøldið. Hann er skuldsettur fyri at hava framt harðskap móti einum manni síðst í 30-unum.
Skuldsetti skal hava sligið, sparkað og trampað hann í høvdið, so at neyðugt varð at flyta hann á Landssjúkrahúsið. Hetta er fyrsta harðskapsmál í ár.
Samanbera vit við sama tíðarskeið í fjør, so høvdu tá longu verið 15 harðskapsmál frá 1. januar til 8. februar, segði Heri Andreassen, vaktleiðari á politistøðini, við útvarpið í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV