Sóknast eftir felags Brexit-strategi

Sóknast eftir felags Brexit-strategi
Norðmenn rógva enn einaferð framundir eina felags Brexit-strategi fyri Bretland og EFTA.
 
03.02.2017 - 09:55

Frank Bakke Jensen, evropa-málaráðharri úr norska Høgraflokkinum, var fyrr í vikuni á vitjan í Íslandi hjá íslendska uttanríkisráðharranum, Guðlaugi Tór Tórðarsyni.

Eftir fundin við fundin við íslendska uttanríkisráðharran segði Bakke-Jensen, at teir báðir hava gjøgnumgingið norsku fatanina av tí, sum hendir nú, og samanborið hana við íslendsku fatanina.

- Vit hava somu fatan í flest øllum málum, sigur Bakke Jensen.

Norski uttanríkisráðharirn, Børge Brende - eisini úr Høgraflokkinum, hevur áður róð framundir, at Brexit skal takast sum ein tríhyrningur millum ES, Bretland og EFTA, - har Ísland er limur saman við Noregi, Liktinstein og Sveis.

Men Noreg hevur kortini ikki bundið seg til nakran leist fyri samráðiongarnar, sum skulu verða við Bretland, leggur norski evropamálaráðharrin, Frank Bakke-Jensen, dent á.

- Við lata allar møguleikar standa opnar, sigur hann við NTB. - Tað er ov tíðliga at gera niðurstøðu um, hvønn leist vit taka. Og tað svarið fært tú helst eisini, um tú spyrt Bretland ella ES. Hvønn dag síggja vit nýggj viðurskfiti, sum gera tilgongdina truplari og samansetta, sigur hann.

Sambært honum, fara bæði Noreg og Ísland nú at kanna víðari, hvar tað er best at samstrava gjøgnum EFTA og EBS-samstarvið, og hvar tað er besta hjá londunum báðum at samráðast saman, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109