Leyp á við knívi

Leyp á við knívi
Í morgun lat ein franskur hermaður skot av ímóti einum manni, sum leyp á hann við knívi uttanfyri listasavnið Louvre í París
 
03.02.2017 - 10:34

Keldur innan fronsku løgregluna upplýsa, at maðurin skal hava roynt at koma inn á víðagitna listasavnið við einum kufferti, men upplýsingarnar eru ikki váttaðar alment.

Sambært franska innanríkisráðharranum, hevur ein álvarslig hendin verið uttanfyri listasavnið. Hert trygdarvarðhald er uttanfyri savnið í løtuni.

Eitt sjónvarvitni sigur við Reuterstíðindastovuna, at økið kring Louvre-listasavnið er í løtuni avbyrgt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109