Brexit-ætlanin almannakunngjørd

Brexit-ætlanin almannakunngjørd
Nú hevur bretska stjórnin almannakunngjørt strategisku ætlanina fyri, hvussu Brexit verður skipað
 
03.02.2017 - 13:43

Eftir kravi frá parlamentslimum hevur bretska stjórnin nú kunngjørt Brexit-ætlanina.

Bretska stjórnin hevur 12 grundreglur í sambandi við Brexit, sum m.a. snúgva seg um eftirlit við tilflytingini og eftirlit við landsins egnu lógum.

Lobourflokkurin finst at skjølunum, og sigur, at tey siga einki, og at tey eru almannakunngjørt ov seint til at tey kunna verða kanna nágreiniliga.

Brexit-ætlanin varð løgd fram alemnt eftir at parlamentið ígjár atkvøddi fyri, at loyva Theresu May, forsætisráðharra, at fara undir tilgongdina at fara úr ES-samstarvinum. 498 parlamentlimir tókur undir við uppskotinum, og 114 vóru ímóti.

Uppskotið skal nú til viðgerðar, áðrenn tað verður gjørt til lóg. Í skjølunum verður millum annað staðfest, at ymisku tilgongdirnar í Brexit-ætlanini fara at krevja ymiskar lógir og tíð at seta í verk.

Í skjølunum stendur eisini, at nakrir av smálutunum í núverandi avtalum um innara marknaðin kunnu verða við í nýggjum fríhandilsavtalum við ES.

Í gjár boðaði bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon, frá, at stjórnin ikki ætlar at hjálpa Skotlandi at skipa nýggja fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi, so leingi sum tey hava valdið. Stjórnin skal, um gongst sum ætlað, sita til 2020.

Fallon sigur, at skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, eigur at taka úrslitið av fólkaatkvøðuni í 2014 til eftirtektar, har 55 prosent atkvøddu fyri framhaldandi at verða partur av Bretlandi.

Sturgeon sigur á Twitter, at tað hevði verið ein vanlukka, um bretska stjórnin forðar fyri nýggjari fólkaatkvøðu.

Eisini Theresa May segði, at spurningurin um loysing varð avgjørdur í fólkaatkvøðuni, sum hon sigur var lóglig, rættvís og sannførandi. May hevur fleiri ferðir sagt, at ikki er neyðugt við nýggjari fólkaatkvøðu.

Sambært skotsku loysingarrørsluni eru viðurskiftini broytt munandi, eftir at Bretland atkvøddi fyri at fara úr ES, og tí eigur nýggj fólkaatkvøða at verða. 51,9 prosent av bretum atkvøddu fyri at fara úr ES, meðan 48,1 prosent vildu vera verandi í ES-samstarvinum.

Í Skotland vóru 38 prosent fyri at fara úr ES, og 62 prosent í móti, skrivar SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109