Hondbóltur í kvøld

Hondbóltur í kvøld
Hálvfinaluliðini í steypakappingini hjá monnum verða funnin í kvøld.
 
01.02.2017 - 09:09

Tríggir dystir verða spældir í seinasta umfari av bólkaspælinum og serliga stórur spenningur er um eitt av hálvfinaluplássunum.

Dystirnir í kvøld eru hesir:

H71 2 - H71  kl.20.00 í Hoyvíkshøllini
KÍF - Neistin kl.20.00 í høllini í Kollafirði
VÍF - StÍF     kl.20.00  í høllini í Vestmanna

H71 hevur sum einasta felag tvey lið í steypakappingini, og í kvøld hittast bæði liðini hjá hoyvíkingum í síðsta umfari av bólkaspælinum.

Besta liðið hjá H71 er fremst í bólki 1, og tað skal vilja illa við hjá teimum, um teir ikki koma í hálvfinalurnar.

Hin dysturin í bólki 1 - dysturin millum KÍF og Neistan - hevur tí avgerandi týdning fyri tey bæði liðini, sum við sigri í kvøld kunnu tryggja sær hitt plássið í hálvfinalunum. 

Í bólki 2 hava VÍF og STÍF longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. Bæði liðini hava vunnið báðar sínar fyrstu dystir í bólkaspælinum, so dysturin teirra millum í kvøld ger av, hvør endar á fyrsta og øðrum plássi í bólkinum. Hini bæði liðini í bólki 2, Kyndil og Team Klaksvík, eru liðug í steypakappingini fyri í ár.

Hjá kvinnunum eru VB, Kyndil, VÍF og Neistin komin í hálvfinalurnar, og fyrru hálvfinalurnar verða spældar sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856