- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkja frá byggisamtyktini
Víkja frá byggisamtyktini
Tórshavnar kommuna fer at víkja frá byggisamtyktini fyri Hvítanes í samband við Eysturoyartunnilin. Tunnilsmunnin skal frámatrikulerast
30.01.2017 - 09:00
Tórshavnar býráð hevur samtykt at víkja frá serstøku byggisamtyktini fyri Hvítanes, so tey, sum hava lænt partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlum pengar, kunnu fáa veð í tunnilsmunnanum við Hvítanes sum trygd fyri lánunum.
Hetta verður gjørt við at býta 4.357 fermetrar frá matriklinum, har tunnilsmunnin verður. Tá undirsjóvartunlar eru gjørdir í Føroyum, hevur tunnilsmunnin verið frámatrikuleraður og lánsveitar havt pant í hesum matrikli.
Tað varð gjørt bæði í sambandi við Norðoyatunnilin og í Vágatunnilin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV