- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks fólk myrd í atsókn
Tað upplýsir leiðarin fyri moskuni, sambært NRK. Vitni hava greitt frá, at tríggir menn brádliga fóru at skjóta frá hond í moskuni um átta-tíðina í gjárkvøldið. Og meðan teir skutu, róptu teir Allahu Akbar.
- Vit fordøma hetta yvirgangsálopið móti muslimum, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau.
Leiðarin fyri moskuni, Mohamed Yangui, var ikki sjálvur í moskuni, tá skotið varð, men sigur, at fleiri ræðslusligin fólk, sum vóru savnað til aftanbøn, ringdu til hansara.
40 fólk vóru savnað
Fimm persónar lótu lív í atsóknini, sigur Mohamed Yangui, men hetta talið er tó ikki váttað alment. Hann veit ikki, hvussu nógv eru særd, men at særd eru flutt á ymsik sjúkrahús í býnum.
Talsmaður fyri løgregluna í Quebec váttar, at skottilburður hevur verið og at fólk hava latið lív. Hann sigur, at tveir persónar eru handtiknir, og at umleið 40 fólk vóru savnað í moskuni til aftanbøn.
Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, skrivar á Twitter: - Kanadiarar syrgja tey, sum lótu lív í ómansliga álopinum á eina mosku.
Óvist hví álopið varð framt
- Hetta er yvirgangur, sum eg haldi er úrslit av demoniseringini av muslimum. Nú er nóg mikið. Orð hava avleiðingar, skrivar Greg Fergus, sum situr í landspartastjórnini í Quebec.
Enn er ikki greitt, hví álopið varð framt, men seinastu árini hava alsamt fleiri islmofobar handlingar verið í landspartinum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Í 2013 var tað, sum hildið verður er grísablóð, smurt á eina mosku í landspartinum Saguenay, og í fjør summar varð høvdið av einum grísi lagt á trappuna hjá moskuni, har atsóknin sunnukvøldið varð framd.