- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnan í Barcelona avmarkast
Myndugleikarnir í Barcelona seta nú í verk avmarkingar fyri gistingarhúsini í býnum í eini roynd at avmarka vaksandi talið av ferðafólkum.
Vaksandi ferðavinnan merkist í býnum við at tað er vorðið dýrari at keypa sær nakað at búgva í, og at lønin í tænastuvinnuni lækkar.
Nýggj loyvi verða ikki givin longur til at byggja gistingarhús, og nýggj loyvi verða heldur ikki givin til at leiga út íbúðir til ferðafólk, hevur býráðið samtykt.
100.000 klagur í 2016
Barcelona hevur 1,6 milliónir íbúgvar, og í fjør vitjaðu meira enn 30 milliónir ferðafólk heimsins mest vitjaða bý. Og tað merkja borgarar í Barcelona.
Í fjør summar sendu íbúgvar inn meira enn 100.000 klagur, og tað er met. Tey kæra sína neyð um ferðafólk, sum eru til ampa fyri íbúgvarnar.
Í kanning, sum varð gjørd í oktober í fjør, søgdu íbúgvarnir, at størsti trupulleikin í býnum er ferðavinnan, og næst-størsti trupulleikin í býnum er arbeiðsloysi.
Fáa lítið í løn
Í løtuni eru dýrastu húsaleigurnar í Spania í Barcelona, og tað noyðir fólk at flyta úr býnum. Ferðafólk leiga íbúðirnar, og tey vilja rinda meira í leigu.
Sambært felagsskapinum, SOS Barcelona, eru lønirnar innan ferða- og matstovuvinnuna bara helvtin av miðallønini.
Ferðavinnan hevur mótmælt nýggju avmarkingunum, og sigur, at býráðið ger ferðavinnuna til fananskap.
Tey flestu steðga bara ein dag
Av teimum 32 milliónum ferðafólkunum, sum vitjaðu í Barcelona í fjør, vitjaðu flestu teirra bara í ein dag. Bara átta milliónir lógu nátt, sigur talsmaður fyri gistingarhúsfelagið í býnum.
Sambært felagnum fer skerjingin av seingjartalinum ikki at loysa trupulleikan við órógvandi ferðavinnuni.
Mett er, at ferðavinnan er 11,5 prosent av búskapinum í Barcelona , og hon eigur 14 prosent av arbeiðsplássunum í býnum.