Minstaløn ásetast í øllum londunum í ES

Minstaløn ásetast í øllum londunum í ES
Byrajð verður í teimum 19 londunum sum eru við í samstarvinum um evruna, sigur formaðurin í ES, Jean-Claude Juncker
 
28.01.2017 - 10:46

Formaðurin í ES nevndini, Jean-Claude Juncker mælir til at øllum í ES verður tryggjað ein minstaløn fyri arbeiði, og samstundis áseta eitt minstamark fyri almannaveitingar. Tað er ein treyt fyri at samstarvið í ES skal eydnast til fulnar, sigur hann.

Og hann mælir til at tey 19 ES londini sum eru við í samstarvinum um evruna sum gjaldoyra, ganga á odda í tí tilgongdini.

Tað er ikki neyðugt at minstalønin verður tann sama í øllum londunum, men at londini geva til kennar, at tey taka undir við ætlanini.

Ein slík skipan hevði forðað fyri sonevndari sosialari dumping, uttan at skaða kappingarevnini, sigur hann.

- Eydnast ikki at gera slíkar skipanir, so er samstarvið ikki eydnast til fulnar, sigur formaðurin í ES nevndini.

ES nevndin fer í mars at leggja fram fleiri uppskot um sosial rættindi, og í fyrstu atløgu skulu uppskotini bert vera galdandi fyri londini í evrusamstarvinum. Men londini skulu sjálvi gera av, hvussu lønirnar verða ásettar.

Samstundis hava ES nevndin og Svøríki boðað til fundar í november um ætlanina.

Um okkara leiðir er ikki vanligt við at ta almenna ásetur lønirnar, tær verða ásettar í samráðingum ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløgini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109