- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskivinnuósemja ímillum ES og Noreg
Fiskivinnuósemja hevur tikið seg upp ímillum ES og Noreg um fiskiskapin við Svalbard. Eftir eini semju frá 1920, er tað Noreg sum hevur yvirvaldsrættin yvir øøkinum, men onnur lond, sum hava undirskrivað semjuna, kunnu í ávísan mun reka vinnu í økinum.
Noreg vil vera við, at tað eftir avtaluni frá 1920, bert kann rekast vinna á landi á Svalbard og út á 22 fjórðingar úr landi. Økið uttanfyri er norsk ogn.
Kortini hevur ES givið skipum loyvi at fiska í økinum, uttanfyri 22 fjórðingar, og tað metir Noreg sum ólógliga veiðu.
Norsku fiskiveiðumyndugleikarnir fingu 22. desember í fjør eitt skriv frá ES, um, at 22 skip høvdu fingið loyvi at royna eftir krabba í økinum, sum Noreg heldur seg hava rættin til.
Fyrr í hesum mánaðinum tók norska sjóverjan eitt av skipunum, Senator, úr Litava, tá skipið setti rúsur í økinum, sum Noreg sigur seg eiga.
Skipið fekk boð um at sigla til Kirkenes, og har legði løgreglan hald á útgerð fyri umleið eina millión kr., umframt at skiparin fekk eina bót uppá 150.000 kr.
Skipið hevði loyvi frá ES at royna á umstríddu leiðini.