- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edvard Heen og Johannes Jensen ársins leiðarar
Edvard Heen og Johannes Jensen eru valdir til Ársins Leiðarar, ávíkavist innan tað almenna og tað privata.
Stjórin í Almannaverkinum og stjórin fyri Gist & Vist samtakið fingu heiðurin á Leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri.
Edvard Heen var í uppskoti sum ársins leiðari innan tað almenna saman við Hedvig Johansdóttir, stjóra á Dugna, og Hilmar Eliasen, stjóra á Strandfaraskipum Landsins.
Johannes Jensen var í uppskoti sum ársins leiðari innan tað privata saman við Frimodt Rasmussen, stjóra á Klaksvíkar Sleipistøð, og Rógva Róin, stjóra í fyritøkuni Petur Larsen.
Hetta er 13.árið, at Ársins leiðarar eru valdir. Síðstu árini er heiðurin latin tveimum stjórum - einum almennum og einum privatum.