- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilboðsvøra fyri samlimerki skal vera í handlinum
Handlar, sum lova kundunum serlig tilboð fyri samlimerki, eiga eisini at hava vøruna, sum teir bjóða.
Er handilin í iva, um hann hevur nóg mikið av tilboðsvøruni, eigur handilin greitt at tilskila í lýsingartilfarinum, at fyrivarni verður tikið fyri, at vøran er tøk.
Tað sigur Brúkaraumboðið, sum fekk eina kæru um samlimerki.
Vøran, sum kundin ætlaði sær fyri samlimerkini, var ikki til í handlinum.
Fekk vøruna seinni
Men kundin fekk tó sína vøru seinni, og tí ger Brúkaraumboðið ikki meira við hetta málið, uttan at gera vart við reglurnar um samlimerki og tilboð.
Handilin gjørdi vart við, at í treytunum stendur, at fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.
Brúkaraumboðið helt tó ikki, at fyrivarnið í lýsingartilfarinum er nóg greitt sæð.
Brúkaraumboðið mælir tí til, at handilin eina aðru ferð tryggjar sær, at kundin kann fáa ta vøru, sum lýst verður við.
Matvøruhandlar eru farnir at geva kundunum samlimerki, hvørja ferð keypt verður fyri meira enn eina ávísa upphædd.
Køksamboð og borðbúnaður
Fyri hesi samlimerki - tá tey eru nóg nógv - ber so til at keypa ávísar vørur, fyrst og fremst køksamboð og borðbúnað, fyri lægri prís enn tær annars kosta.
Brúkaraumboðið vísir á, at skal kundin samla merki til at keypa vøru fyri niðursettan prís, kann talan verða um villleiðandi marknaðarføring og marknaðarføring, sum er í stríð við góðan marknaðarføringarsið, um kundin ikki fær hesa vøru, tá kundin vil hava hana.