- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur stjóri í Sankta Frans skúla
Nýggjur stjóri í Sankta Frans skúla
52 ára gamla Aslaug Olsen tekur við stjórastarvinum 1. februar
27.01.2017 - 14:25
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Aslaug Olsen í starvið sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla.
Aslaug Olsen er 52 ára gomul og tók læraraprógv í 2002. Harumframt hevur hon tikið merkonom- og diplomútbúgving í leiðslu umframt ymisk skeið í leiðslu og námsfrøði.
Aslaug Olsen hevur verið skúlaleiðari í Hvalvíkar Skúla í 12 ár, og hon hevur eisini verið virkandi skúlastjóri í Stranda skúla seinasta árið.
Aslaug Olsen tekur við starvinum sum skúlastjóri í Sankta Frans Skúla tann 1. februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV