Danmark hevur dýrastu matvørur í Evropa

Danmark hevur dýrastu matvørur í Evropa
Matur, drykkjuvørur og tubbak eru 45 prosent dýrari í Danmark enn miðal í ES-limalondunum, men í Noregi og Sveis eru vørurnar uppaftur dýrari
 
27.01.2017 - 16:36

Nýggj tøl frá Eurostat vísa, at bíligasti maturin er í Polen, - 42 prosent undir miðalprísin í ES. 

Yvirlitið er fyri alt ES og 10 onnur lond í Evropa. 

       Her kanst tú síggja yvirlitið hjá Eurostat

Kanningin fevnir um umleið 440 matvørur, sum kunnu berast saman.

Dýrast uttanfyri ES

Sveis, sum ikki er limur í ES, hevur greitt dýrastu matvørur, - har er prísstøðið 72 prosent omanfyri miðal í ES. 

Noreg, sum heldur ikki er limur í ES, er á øðrum plássi við 60 prosentum omanfyri miðalprísstøðið, Danmark, sum ER limur í ES, er á triðja plássi við 45 prosentum omanfyri miðalstøðið og Ísland, sum IKKI er limur í ES, er á fjórða plássi, - har kostar matvørur, drykkjuvørur og tubbak 30 prosent meira enn miðal prísstøði í Evropa.

Holland, Grikkaland og Týskland eru tey londini, sum liggja nærmast miðaltalinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV