- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur størri áhuga fyri Fargen enn menn
Kvinnurnar hava størri áhuga at lata Fargen skráseta arvastrongin enn menninir.
Fargen fer aftur á ferð kring landið, í eini roynd at fáa fólk at tekna seg til verkætlanina.
Ætlanin er at talgilda arvastreingin hjá 1500 føroyingum. Hóast fleiri enn 1500 longu hava meldað seg til - og 375 longu hava latið blóðroynd - so vilja tey í Fargen fáa fleiri nøvn á tekningarlistan.
Orsøkin er, at Fargen vil hava breiða umboðan úr øllum landinum og frá øllum aldursbólkum.
Ymiskir bólkar
Kanningar vísa, at okkara ílegur bólka seg eitt sindur ymiskt alt eftir, hvaðani vit eru. Neyðugt er tí at ansa eftir, at luttakararnir samlað ikki eru ov nær í ætt hvør við annan, skrivar Fargen.
Fargen hevur tó serstakan áhuga fyri sonevndum trio'um. Ein trio er trý fólk: ein mamma, ein pápi og barn teirra, sum skal vera í minsta lagi 18 ár.
- Orsøkin til, at vit hava serligan áhugan fyri trio'um er, at við teimum ber til at kanna, nær talan er um arvað ílegufrábrigdi, og nær talan er um frábrigdi, eru íkomin seinni, sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari.
Umleið 60 prosent av teimum, sum higartil hava teknað seg, eru kvinnur. Av teimum, sum hava latið blóðroynd, eru lutfalsliga nógv vágafólk, meðan Norðuroyggjar og Suðuroy eru undirumboðarar í mun til fólkatalið.
Áhugin fyri at lata blóð til Fargen tykist vera nógv størstur hjá teimum, sum eru í 50-árunum, eisini tey, sum er í 20-árunum eru hampuliga væl umboð.
Fá 70 ára gomul
Hinvegin er umboðanin hjá teimum, sum eru eldri enn 70 ár rættiliga lítil.
- Tað er óheppið, tí ynskiligt er við eini breiðari aldurssamanseting hjá luttakarunum, og ein er ov gamal at luttaka, sigur Katrin D. Apol, kunningarsamskipari hjá Fargen.
Nú fer Fargen at savna inn blóð frá teimum, sum hava teknað seg. Farið verður eisini í útoyggjarnar eftir blóðroyndum. Tey, sum hava teknað seg, fáa boð, tá blóðroyndir verða tiknar í teirra øki.