- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin heiðrar stjóran á Norðurbyggjuni
Íslendski forsetin heiðraði í gjár Karina Elsbudóttir, stjóra á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Karin Elsbudóttir fekk heiðursmerkið Heiðurspeningur Forseta íslands sum viðurkenning fyri arbeiðið, sum hon hevur útint á Norðurbryggjuni, fyri millum annað at fremja íslendska mentan og list í Keypmannahavn.
Íslendski forsetin, Guðni Jóhanneson og frú Eliza Reid, hava verið á stjórnarvitjan í Danmark í vikuni, og Norðurbryggjan var karmur um veitslu í gjárkvøldið, har forsetin var vertur fyri móttøku fyri innbodnum gestum bæði úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
Drotningin heiðursgestur
Heiðursgestir vóru Margreta drotning og Heindrikur prinsur. Eisini vóru hægstu umboð fyri stjórnirnar í Danmark og Grønlandi hjástødd saman við eitt nú listarfólkum.
Karin Elsbudóttir hevur starvast á Norðurbryggjuni síðani ár 2000.
Frá 2004 til 2011 sum mentanarstjóri og varastjóri, og síðani 2011 hevur hon verið stjóri.