- Tíðindi, mentan og ítróttur
Polar Nanoq farin aftur til fiskiskap
Grønlendski trolarin Polar Nanoq fór úr Íslandi nakað eftir midnátt til fiskiskap undir Grønlandi.
Politiið er liðugt við sínar kanningar umborð.
Reiðarin, Jørgen Fossheim, sigur í tíðindaskrivi, at nakrir í manningini valdu at fara heim, og aðrir eru komnir umborð.
Kunnu ikki átaka sær ábyrgd
Hann sigur, at reiðaríið, Polar Seafood, kann ikki taka á seg ábyrgd fyri menn, sum søkja sær hýru við skipum felagsins.
Tveir teirra, sum vóru við Polar Nanoq, eru í varðhaldi í Íslandi.
Teir eru skuldsettir fyri eiga lut í, at 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hvarv og seinni varð funnin deyð.
Annar maðurin er eisini undir illgruna fyri at royna at smugla 20 kilo av hasji.