Líkskoðan: Birna varð dripin

Líkskoðan: Birna varð dripin
Grím­ur Gríms­son, kanningarstjóri, sigur við íslendskar miðlar, at ikki ber til at siga, um Birna er dripin við vilja ella av gáloysni
 
25.01.2017 - 11:51

Nú er staðfest við fullari vissu, at 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir er dripin.

Men hvussu tað er gjørt, kann politiið í Íslandi ikki siga við vissu fyrr enn í næstu viku.

Líkið av Birnu varð funnið í fjøruni við Selvogsvita sunnudagin. Hon hevði tá verið horvin í eina góða viku.

Grím­ur Gríms­son, kanningarstjóri, sigur við íslendskar miðlar, at ikki ber til at siga, um Birna er dripin við vilja ella av gáloysni.

Líkskoðanin staðfesti, at unga kvinnan er dripin. 

Annar maðurin, sum er skuldsettur í málinum, varð avhoyrdur í gjár. Hann noktar seg sekan.

Hin maðurin verður avhoyrdur í dag.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV