- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðlar: Samleikaprógv funnið umborð á trolaranum
Samleikaprógvið hjá íslendsku Birnu Brjánsdóttur er funnið umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq.
Tað skriva fleiri íslendskir fjølmiðlar. Sambært íslendska ríkisútvarpinum varð samleikaprógvið funnið í einum ruskílati umborð.
Tveir av manningini á Polar Nanoq eru handtiknir og sita avbyrgdir í varðhaldi hjá íslendsku løgregluni. Teir eru fyribils varðhaldsfongslaðir í tvær vikur, meðan málið verður kannað.
Líkið funnið sunnan fyri Reykjavík
20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hvarv tíðliga um morgunin 14.januar. Líkið av henni varð funnið í fjøruni við Selvogsvita, knappar 50 kilometrar sunnan fyri Reykjavík, um middagsleitið sunnudagin.
Líkskoðan var í gjár, men enn hevur løgreglan einki sagt um úrslitið av kanningini, ið skal royna at staðfesta deyðsorsøkina.
Á tíðindafundi sunnudagin segði kanningarleiðarin hjá løgregluni, Grímur Grímsson, at Birna helst er dripin og at varðhaldsfongslaðu menninir helst hava framt brotsverkið.
Manningin sendir samhugakvøðu
Í einari samhugakvøðu frá manningini á Polar Nanoq, sum varð kunngjørd í gjár á grønlendskum, íslendskum og donskum, sigur manningin, at hon kom úr Grønlandi og fór beint umborð á Polar Nanoq leygardagin 14.januar. Trolarin kom á Hafnarfjørðin úr Danmark, har hann var í dokk.
Manningin skrivar í samhugakvøðuni, at hon hevur samhuga við teimum avvarðandi hjá Birnu Brjánsdóttur. Teir vóna, at teir seku verða drignir til svars fyri gerðir sínar.
Níggju føroyingar vóru við Polar Nanoq. Sambært heimasíðuni DV.is fóru teir heim til Føroya seinnapartin í gjár, og nýggj manning er komin umborð.
Polar Nanoq liggur framvegis í Hafnarfirði, men loysir væntandi í dag.