- Tíðindi, mentan og ítróttur
Manningin á Polar Nanoq fekk múlaband
Manningin á grønlendska trolaranum Polar Nanoq fekk forboð móti at siga nakað um horvnu Birnu Brjánsdóttur.
Manningin kundi tí ikki svara familjuni hjá ungu íslendsku kvinnuni, sum spurdi teir um Birnu.
Teir høvdu ikki loyvi at svara teimum, og kundu heldur ikki, tí teir vistu einki um, hvat var hent Birnu.
Samhugakvøða
Í einari samhugakvøðu frá manningini, sum varð kunngjørd í gjár á grønlendskum, íslendskum og donskum, sigur manningin, at hon kom úr Grønlandi og fór beint um borð á Polar Nanoq leygardagin 14.januar.
Trolarin kom á Hafnarfjørðin úr Danmark, har hann var í dokk.
Birna Brjánsdóttir hvarv tíðliga um morgunin 14.januar.
Manningin sigur í samhugakvøðuni, at hon er stødd í einum býi í Íslandi, og hon er sera illa við av hendingini. Nakrir eru noyddir at fara heim.
Teir takka fyri kreppuhjálpina, teir hava fingið í Íslandi og annars hjálpina, teir hava fingið frá sjálvbodnum.
Polar Nanoq avreiddi í gjár tey 50 tonsini av svartkalva, hann fekk frá tí, hann fór av Hafnarfjørðinum leygarkvøldið 14.januar, til hann vendi við aftur til Íslands, hagar han kom seint mikukvøldið 18.januar.
Polar Nanoq liggur framvegis í Hafnarfirði.
Føroyingarnir farnir heim
Manningin skrivar, at hon hevur samhuga við teimum avvarðandi hjá Birnu Brjánsdóttur. Teir vóna, at teir seku verða drignir til svars fyri gerðir sínar.
Sambært DV.is fóru føroyingarnir, sum vóru við Polar Nanoq, heim til Føroya seinnapartin í gjár.
Níggju føroyingar vóru við Polar Nanoq.
Nýggj manning skal nú um borð á Polar Nanoq.