- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verða avhoyrdir aftur seinni í dag
Ein tyrla fann myrdu gentuna um middagsleitið í gjár.
Blóðroyndir hava staðfest, at gentan var í bilinum, sum annar av skuldsettu hevði leigað.
Skiftu klæðir
Íslendskir miðlar halda, at nógv blóð var í bilinum, men tað vil løgreglan ikki vátta. Umframt at leita eftir líkinum, leitaðu lið eisini eftir mannfólkaklæðum um vikuskifti. Keldur hjá Vísir siga løgregluna halda, at menninir skiftu klæðir og kanska beindu tey burtur leygarmorgunin.
Bilurin illa farin
Enn veit løgreglan ikki, hvar reyði leigubilurin var tíðliga leygarmorgunin, men menninir koyrdu tilsamans 300 kilometrar í bilinum. Løgreglan sigur við Vísir, at bilurin hevur stoytir á gronini og undir botninum. Hetta bendir á, at bilurin hevur koyrt á ósløttum lendi.
Kanna streymviðurskifti
Grímur Grímssson, kanningarleiðari, sigur seg hava ábendingar um, at líkið ikki varð tveitt á sjógv sama stað, sum tað kom afturíaftur.
Serkøn fólk kanna nú rákið og streymviðurskiftini um alt Reykjanes fyri at fáa ein greiðari mynd av, hvar líkið kann vera tveitt á sjógv.
Føroyingarnir halda frí
Polar Nanoq, trolarin, sum skuldsettu menninir sigldu við, hevur ligið í Íslandi síðan mikudagin, tá hann var kallaður aftur í havn. Eftir ætlan fer skipið aftur til fiskiskap fyrsta dagin. 9 føroyingar vóru við skipinum. Teir hava tó tikið ein frítúr orsaka av rokinum, sum stóðst av drápsmálinum.