- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sporðdrekin vann grannauppgerðina
Sporðdrekin vann grannauppgerðina
Sporðdrekin fekk sítt fyrsta stig í landskappingini í ár, tá teir vunnu á Hamar
22.01.2017 - 12:22
Sporðdrekin syrgdi fyri, at tað framvegis er stórur spenningur í landskappingini í kurvabólti við at vinna á Hamar.
Sporðdrekin kom best frá byrjan, og tá fyrsti fjórðingur var spældur, var støðan 14-11 til Sporðdrekan.
Annar fjórðingur var somuleiðis javnur, og tá farið var til hálvleik, var støðan 26–23.
Í triðja fjórðingi fór Sporðdrekin frá Hamar og kom tíggju stig framum, 41 – 31.
Í fjórða og síðsta fjórðingi fór Hamar at verja offensivt. Tað vísti seg at eydnast væl.
Teir fingið fimtan stig, meðan Sporðdrekin fekk níggju, men tað var tó ov lítið. Sporðdrekin vann 50 – 46.
Toppskjúttar í dystinum:
Fríði í Geil Jensen, Sporðdrekin | 19 stig |
Pól Jakobsen, Hamar | 19 stig |
Støðan:
1.Ravnur | 3 dystir | 3 stig |
2.Hamar | 4 dystir | 1 stig |
3.Sporðdrekin | 3 dystir | 1 stig |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV