Birna var í bilinum

Birna var í bilinum
Hóast Birna Brjánsdóttir framvegis ikki er funnin, veit løgreglan nú við vissu, at hon hevur verið í eftirlýsta reyða bilinum
 
22.01.2017 - 12:29

Tað vísa kanningar hjá íslendsku løgregluni. Í samband við málið hevur ein reyður Kia Rio bilur havt ein avgerandi leiklut, tí hann er sæddur á fleiri vakmyndaupptøkum har Birna Brjánsdóttir eisini er sædd. Ein av manningini umborð á grønlendska trolaranum Polar Nanoq leigaði eisini ein slíkan bil, tá teir vóru í Íslandi.

Spurningurin hevur síðani verið, um tað er sami bilur. Hesin spurningurin er nú svaraður, tí íslendskir miðlar endurgeva í dag løgregluna fyri at siga, at spor eru funnin av horvnu kvinnuni í eftirlýsta bilinum. Eina viku eftir, at 20 ára gamla kvinnan hvarv, er hon framvegis ikki funnin. Í gjár var skipað fyri enn einum stórum leitiátaki, har 600 bjargingarfólk vóru við, men leitingin var úrslitaleys.

Tveir grønlendskir menn eru varðhaldsfongslaðir í málinum. Teir eru varðhaldsfongslaðir eftir grein 211 í íslendsku revsilógini, sum snýr seg um morð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV