- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innlit í vanlukkur skerjast
Neyðugt er at broyta lógina, so hon lýkur treytirnar hjá ES og IMO, altjóða sjóferðslufelagsskapinum. Sambært ES eru vitnisfrágreiðingar um vanlukkur á sjónum vardar móti innliti hjá fjølmiðlum og almenninginum.
Forðast skal fyri, at slíkar vitnisfrágreiðingar verða brúktar til annað endamál enn til kanningar við atliti til trygd. Endamálið er, sigur Vinnumálaráðið, at verja vitni móti mismuni og hevndaratgerð fyri teirra lut í kanningum.
Ávísar upplýsingar undantinkar
Heimild er í lógini um innlit til at broyta lógina um trygd á sjónum, so hon fær serstaka áseting um tagnarskyldu. Tað er, at ávísar upplýsingar eru undantiknar meginregluni um innlit.
Tá innlit verður latið, kann hugsast, at vitni bera seg undan at hjálpa við kanningunum, stendur í viðmerkingunum um lógarbroytingina.
Ein onnur grundgeving er, at skjøl, sum verða brúkt í sambandi við kanningararbeiðið, ofta eru teknisk og fløkt. Tey eru tí ikki egnað til almenna umrøðu uttan samanhang við frágreiðingina av kanningini.
Arbeiðsbýti ásetast í kunngerð
Sambært uppskotinum, er frágreiðingin, tá kanningin er liðug, tó ikki undantikin almennum innliti.
Føroyar hava síðani í 2015 avtalu við donsku skaðanevndina, Den Maritime Havarikommission, sum Sjóvinnustýrið kann heita á. Tað varð gjørt, nú Vesturland bleiv kannað eftir eldin.
Arbeiðsbýtið millum Sjóvinnustýrið og donsku skaðanevndina verður ásett í kunngerð, sum kemur í næstum.