Føroyar nærkast HM-endaspæli

Føroyar nærkast HM-endaspæli
Við sigri á Ísreael eru Føroyar nú einsamallar á odda í HM-undankappingarbólkinum. Alt verður avgjørt sunnudagin
Mynd: jn.fo  
 
07.01.2017 - 20:18

Við tveimum sigrum eru Føroyar nú einsamallar á odda í HM-undankappingarbólkinum, sum verður avgreiddur í Føroyum.

Føroyar vunnu í kvøld 31-25 á Ísrael. Hálvleiksstøðan var 17-16 til Føroyar.

Toppskjútti hjá Føroyum bleiv Rói Berg Hansen við seks málum.

Úrslitið í hinum dystinum í dag ímillum Sveis og Finnland lagaði seg soleiðis, at Føroyar nú eru einsamallar á odda í bólkinum við fullum stigatali.

Sveis vann 28-26, eftir at hava verið á odda 13-11 í hálvleikinum.

Úrslitini hava við sær, at Føroyar eru nummar eitt bólkinum við fýra stigum. Sveis og Finnland hava tvey stig og Ísrael hevur null stig.

Eitt lið spælir seg víðari til HM-endaspælið. Ein javnleikur ella sigur ímóti Finnlandi í morgin hevur við sær, at Føroyar koma víðari.

Føroyar og Finnland spæla klokkan 17.00 í morgin. Sveis og Ísrael spæla klokkan 15.00. Báðir dystirnir eru í høllini á Hálsi í Havn.

mynd: jn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856