- Tíðindi, mentan og ítróttur
Illgruni um at vøllir dálka
Illgruni er um, at gummi, ið verður brúkt sum fylla í graslíkisvøllum, dálkar umhvørvið, millum annað um kemikalium lekur úr gummigranulatinum, teimum smáu gummikúlunum, sum eru í graslíkinum.
Í Noregi er fleiri enn 1500 graslíkisvøllir. Nú eru granskarar farnir at kanna, hvussu gummigranulatið ávirkar umhvørvið, tí tey, sum sparka, draga tað við sær, tá tey fara til hús.
Norskir granskarar hava fyrr kannað graslíki og umhvørvi. Men nýggjar kanningar eru neyðugar, tí trupulleikar standast eisini av gomlum graslíki, sum er burturbeint.
Danir gera nýggja leiðbeining
Ráðgevandi verkfrøðingafelagið COWI hevur roknað út fyri norska umhvørvismálaráðið, at fimm prosent av gummikúlunum í graslíkisvøllinum hvørva haðani.
Í Danmark er Umhvørvisstýrið í ferð við at gera nýggja leiðbeining um graslíki. Og ES ger eina frágreiðing um graslíki er ein vandi fyri heilsuna.
Í Íslandi er gummifyllan í nógvum vøllum skift, tí illgruni var um, at gamla fyllan var heilsuskaðilig. Ikki verður hildið vera ráðiligt at brúka hetta slagið av gummikúlum, har sum børn sparka.