- Tíðindi, mentan og ítróttur
Selatraðarvegurin má dagførast
Hóast Selatraðarvegurin varð breiðkaður fyri nógvum árum síðani, hevur tað higartil ikki verið til stóra nyttu, tí asfalt er ikki lagt á.
Talan er um tveir teinar, 600 metrar, á Selatraðarvegnum, beint sunnan fyri Morkranes og millum Morkranes og Selatrað.
Í løtuni eru eingir pengar til asfalt á Selatraðarvegin. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Landsverk hevur roynt at fáa pening
Hann hevur svarað spurningi frá Helga Abrahamsyni, løgtingsmanni, sum heldur tað vera stórt spell at brúka pengar til at umvæla ein veg, tá eingin nytta fæst burtur úr umvælingini, tí vegurin verður ikki asfalteraður.
Henrik Old er samdur. Hann sigur, at brúk er fyri at dagføra allan Selatraðarvegin. Landsverk hevur áður til fánýtis mælt til at játta millum tvær og fimm milliónir krónur um árið til at breiðka og dagføra vegin.
Landsvegakervið er 472 kilometrar langt. Landsverk brúkar millum sjey og níggju milliónir um árið til asfaltering. Tær røkka til at asfaltera sjey til níggju kilometrar. Játtanin til viðlíkahald og rakstur av landsvegum minkar støðugt.