- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingmaður: Hetta skal kosta
Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vil í grein 52 fyrispurningi hava at vita frá Henriki Old, landsstýrismanni, hvørjar ætlanir hann hevur um tiltøk, ið kunnu avmarka nýtsluna av píkadekkum.
Royndir vísa, at píkadekkini slíta vegirnar nógv meir enn onnnur dekk, og tað elvir til skaða, bæði á fólk og náttúru, vísir Heðin Mortensen, tingmaður, millum annað á.
Greinin heldur fram niðanfyri
Heðin Mortensen vísir á, at píkadekk ikki eru loyvd í Týsklandi, hóast miðalhitin kaldasta mánaðin í Hamburg er 0,4 stig. Í Havn er miðalhitin 3,4 stig kaldasta mánaðin.
Í Noreg kostar tað at koyra við píkadekkum, í størstu býunum 450 krónur um mánaðin. Tað heldur Heðin Mortensen hevði verið ein gongd leið í Føroyum.
Tað kundi avmarka nýtsluna av píkum. Og so kundi ein serskipan verið gjørd fyri tey vegastrekkini har píkar enn eru neyðugir, heldur Heðin Mortensen.