- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndin verður nú sett
Hósdagin verður nevndin í Landsbankanum sett. Tey, sum skulu tilnevna fólk og varafólk í nevndina fingu freistina at koma við nøvnunum longda til í morgin.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Eitt tað fyrsta, sum nevndin skal gera, verður at lýsa eftir stjóra til Landsbankan.
Gjaldstovuráðið takast av
Sjey fólk vera í nevndini í Landsbankanum. Fakfeløgini skulu tilnevna eitt umboð, arbeiðsgevararnir eitt, kommunurnar eitt, Fróðskaparsetrið tvey, og landsstýrið skal velja tvey umboð í nevndina.
Nevndin skipar seg sjálv. Landsbankanum stendur í boði at halda til í Fíggjartúni á Argjum, har sum Fíggjarmálaráðið var. Í bygninginum á Argjum er størsta vitanin á fíggjarøkinum.
Tá Landsbankin verður stovnaður, verður Gjaldstovuráðið tikið av. Gjaldstovuráðið hevur virkað, síðani Landsbankin varð tikin av sum stovnur í 2012.
Kunngerðin gerast áðrenn 1. juli
Váðaráð Føroya skal eisini setast á stovn. Men tað verður ikki fyrr enn í vár ella móti sumri.
Sambært lógini um Landsbankan og Váðaráðið skal landsstýriskvinnan gera eina kunngerð um Váðaráðið fyri 1. juli 2017.
Við teirri kunngerðini fer tann parturin av lógini, sum er um Váðaráðið, at virka. Lógin um Landsbankan kemur í gildi 1. januar.