- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan: Ikki koyra eftir Kaldbaksvegnum
Løgreglan ávarar nú fólk um ikki at koyra eftir Kaldbaksvegnum í løtuni. Veðrið er ikki til tað í løtuni.
Løgrglan skrivar:
- Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført - har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum.
Vit fráráðað at koyra har í løtuni.
Nógvar fráboðanir
Á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava tey fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 m/sek á Noðradalsskarði, 40 m/sek á Velbastaðhálsi, 48 m/sek á Sandsvágshálsi og 52 m/sek á Høgareyni.
Til ber at kunna seg um veðurstøðuna við at fara á heimasíðuna hjá Landsverk