- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið minkaði eisini í november
Í november var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5 prosent - tað svarar til 707 fólk. Hetta er lægsta arbeiðsloysið higartil í ár. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Arbeiðsloysið hjá monnum var 2,3 prosent og 2,9 prosent hjá kvinnum.
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður.
Fyri tveimum árum síðani vóru 200 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn. Fyri einum ári síðani var munurin komin niður í 80 kvinnur fleiri enn menn, og nú er munurin bara 35.
Tey ungu ringast fyri
Arbeiðsloysið er størst í aldursbólkinum 25-34 ár, har er tað 3,9 prosent. Í sama aldursbólki er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí arbeiðsloysið hjá kvinnum 25-34 ár er dupult so stórt sum hjá monnum.
Arbeiðsloysið er minst í aldursbólkinum 45-54 ár, 1,9 prosenti.
Arbeiðsloysið er minst í Eysturoy, Vágum og Norðoyggum. Og størst í Suðuroy, Sandoy og Suðurstreymi.
Í tølunum hjá Hagstovuni eru bara skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannaverkinum.