- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanargunnur Landsins fingið nýgga nevnd
Mentanargunnur Landsins fingið nýgga nevnd
Ingun í Skrivarastovu verður nýggj forkvinna í Mentanargrunninum, og Annfinnur Heinesen næstformaður
23.12.2016 - 07:51
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur valt nýggja nevnd fyri Mentanargunn Landsins næstu fýra árini.
Í nevndini sita fimm limir og fimm varalimir. Landsstýriskvinnan velur sjálv tríggjar limir, og tveir verða tilnevndir eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum. Landsstýriskvinnan tilnevnir formann og næstformann.
Umframt Ingun í Skrivarastovu og Annfinn Heinesen eru Gulla Øregaard, Urd Johannesen og Leif Hansen vald í nevndina fyri Mentanargunnin.
Nýggja nevndin tekur við 1. januar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV