- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin vil hava húsarhaldsskúla nú
Í lógaruppskoti mælir flokkurin til, at landsstýriskvinnan í mentamálum sleppur at geva sjálvsognarstovninum Húsarhaldsskúla Føroya í mesta lagi 18 mió. kr. Afturfyri skal Mentamálaráðið fáa tinglýstan veðrætt í skúlanum fyri rentu- og avdráttarfría stuðulslánið úr landskassanum. Klaksvíkar kommuna hevur játtað at lata aðrar 18 milliónir til byggingina.
SV-innslag: Húsahaldsskúlin setur ikki kvinnur í bás
Mentamálaráðið hevur saman við øðrum fyrireikað byggingina í Klaksvík síðani 2014. Millum annað hava Bústaðir verið við í fyrireikingunum, tí Bústaðir skulu byggja næmingabústaðir. Í løtuni er pláss fyri 21 næmingum á Húsarhaldsskúlanum.
Nýggi skúlin skal hava pláss fyri 35 næmingum.