- Tíðindi, mentan og ítróttur
600 nøvn at velja millum
Ein dómsnevnd skal nú finna tey fimm nøvnini.
Hon fær úr at gera, tí nøvnini verða avdúkað longu um eina viku, tá nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kemur í Vágar.
Í dómsnevndini eru Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Johnhard Mikkelsen í Málráðnum, Birgir Kruse, ritstjóri á Námi, og Marna Jacobsen, ritstjóri á Bókadeildini.
Tey yvir 600 uppskotini, sum eru komin, kunnu setast í nakrar bólkar, sum eru Føroya søga, norrøna gudalæran, fuglar, blómur, fiskar, náttúran, so sum fjøll, og kendir føroyingar, bæði deyð og livandi.
Treytin var, at nøvnini endurspegla føroyskan samleika.
Nøvnini skulu harafturat standa seg væl einsamøll, men eisini sum ein heild.