- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grótið fer inn á Sund
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20161104_lanid_kundi_verid_biligari._0050.jpg?itok=OTwJZlJ5)
Tað varð einmælt samtykt mikukvøldið. Grótið skal leggjast eystan fyri verandi bryggju á Sundi, so tað verður eitt ídnaðarøki upp á 50.000 fermetrar.
Loyvi er fingið frá Friðingarnevndini og Umhvørvisstovuni til útfyllingina, sigur býráðið. Møguleikin at brúka grótið til Eystaru bryggju, sum skal útbyggjast, var eisini uppi og vendi.
Byggisamtyktin broytast
Men tað varð hildið at vera ov torført, bæði at koyra grótið ella at sigla grótið av Hvítanesi til Havnar.
Neyðugt verður tó at broyta byggisamtyktina fyri Sund, tí kommunan eigur ikki alt lendið, sum skal brúkast til útbygginga.
Teir eystastu 150 metrarnir eigur Sundshagi uttari partur. Kostnaðarmetingin fyri arbeiðið, uttan leiðingar, instalatiónir og asfaltering, er 13,5 milliónir krónur.