- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæra elvir til lógarbroyting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/als_0.jpg?itok=pI5yyNAt)
Ein kæra til Løgtingsins umboðsmann endar nú við einari lógarbroyting. Løgtingið er biðið um at broyta lógina um ALS.
Tað skal gerast, so bara egnar tænastumannapensjónir og aðrar slíkar eftirlønir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum.
SÍ EISINI Eftirlønin skal ikki mótroknast
Ein einkja vildi ikki góðtaka, at pensjónin hjá manninum, sum hon fekk, tí maðurin var deyður, varð drigin frá pengunum, sum hon fekk frá ALS.
Hon kærdi fyrst til ALS, men tað nyttaði einki. Tá Kærunevndin hjá ALS staðfesti avgerðina hjá ALS, vendi kvinnan sær til Løgtingsins umboðsmann. Har fekk hon viðhald.
Løgtingsins umboðsmaður bað landsstýrið gera lógina greiðari, so eingin ivi er um, at bara egnar tænastumannapensjónir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum.
Biðið Løgtingið broyta lógina
Pensjónirnar hjá deyðum hjúnafelaga eiga ikki at ávirka arbeiðsloysisstuðulin hjá fólki, tí so er endamálið við pensjónunum skeiklað.
Nú hevur Samferðslumálaráðið biðið Løgtingið broyta lógina, so eingin ivi er um, at bara egnar tænastumannpensjónir og aðrar líknandi eftirlønir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum.
ALS hevur havt lógarbroytingina til hoyringar, men hevði ongar viðmerkingar um hana. Uppskotið hevur fyrstu viðgerð í morgin.