- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðið liðugt um trý ár
Arbeiðið liðugt um trý ár
Varðveitingararbeiðið í Kirkjubø verður liðugt í 2020. Tað er mett at kosta beint oman fyri tríggjar milliónir
30.11.2016 - 16:05
Arbeiðið, at varveita múrin í Kirkjubø, verður liðugt í 2020. Tað upplýsir Mentamálaráðið fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Varðveitingararbeiðið, ið er framhald av varðveitingarætlanini, ið varð sett í verk í 2012, fer at kosta umleið 3,15 milliónir krónur.
Tað vísti ein meting hjá Søvnum Landsins frá 2015 um írestandi varðveitingararbeiði í sambandi við Kirkjubømúrin og onnur jarðføst fornminni á miðaldar biskupssetrinum í Kirkjubø.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV