Enn vónir um at koma í gongd aftur

Enn vónir um at koma í gongd aftur
Leiðslan í P/f Seta metir útlit vera fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini
 
20.11.2016 - 14:58

Tey í P/f Seta, sum eigur garnaskipið Anitu, hava ikki mist vónina um, at felagið fer at tjena pengar aftur.

Í ársfrágreiðingini hjá felagnum fyri 2015, sum varð samtykt á aðalfundi 23. august, stendur undir yvirskriftini Framtíðarútlit, at eginpeningur felagsins er negativur, góðar 21,2 mió. kr. 

Felagið hevur mist allan felagskapitalin. Felagið hevði góðar 6,6 milliónir krónur í rakstrarhalli í fjør, sum løgdust aftur at gomlum halli, sum er slakar 17 milliónir.

Góð framtíðarútlit

Leiðslan veit um krøvini í vinnufelagslógini um at endurvinna eginpeningin.

Leiðslan í P/f Seta metir útlit vera fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini, og tískil at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini.

Grannskoðarin, Menta, gjørdi P/f Seta vart við vinnufelagslógina, sum krevur, at leiðsla felagsins innan seks mánaðir skal taka støðu til fíggjarligu viðurskifti felagsins. 

Ikki biðið um veiðiloyvi

Grannskoðarin sigur eisini, at kapitaleigararnir hava tikið stig til neyðugt gjaldføri í nýggjum ári, tað er í 2016. Realurin hevur lán í Anitu.

Í roknskapinum fyri 2015 stendur, at fyri fíggjarligu skyldum felagsins mótvegis lánveitarum, góðar 8,6 mió. kr., eru lýstar veðsetingar í skipinum fyri slakar 15 millónir, sum hava eitt roknskaparligt virði upp á 27,1 mió. kr., tað sum Anita er mett at vera verd. 

Onnur skuld, stuttfreistað, er 45,2 milliónir kkrónur, Seta kundi tann 1. september í ár søkja um at fáa føroyska veiðiloyvið hjá Anitu aftur, men hevur ikki gjørt tað enn. Anita liggur í Spania. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342