- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaga nú til umboðsmannin
- Okkara fatan er, at skúlastjórin hevur fullan rætt at umtala og kunna almenningin um almenn viðurskifti, sigur Føroya Lærarafelag millum annað í klaguni.
Føroya Lærarafelag klagar vegna Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla í Havn, at Mentamálaráðið hevur givið honum eina sonevnda “munnkurv.”
SÍ EISINI Skúlastjórin fingið munnkurv
Felagið sendi í gjár umboðsmanninum eina klagu. Felagið vil ikki finna seg í, at skúlastjórin ikki longur sleppur at úttala seg í málinum um framhaldsdeild í skúlanum.
- Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg til viks, sigur Lærarafelagið í klaguni sambært Skúlablaðnum.
Viðgjørt á embætismannastigi
Tað var í juni mánað, at Mentamálaráðið hartaði Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla, tí hann úttalaði seg í málinum um framhaldsdeildina.
- Tað er ikki uppgávan hjá skúlastjóranum at leggja seg út í viðurskifti, sum hava við skúlabygnaðin at gera, segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Útsøgnin hjá aðalstjóranum í útvarpinum 9. juni førdi til, at málið eisini hevur verið viðgjørt á hægsta embætismannastigi í ráðnum, skrivar Skúlablaðið.
Málið byrjaði í januar
Í januar er eitt ár síðani málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla í Havn byrjaði, tá skúlastýrið setti seg í samband við Tórshavnar býráð.
Skúlastýrið heitti á býráðið um at lata næmingarnar sleppa at halda fram í 8. og 9. flokki í skúlanum, men umbønin hjá skúlastýrinum varð ikki gingin á møti.
Ein foreldrabólkur hevur eisini - uttan eydnu - roynt at fáa framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Bólkurin hevur millum annað verið á fundi við borgarstjóran í Havn.