- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siglingin rakt av sparingum
Siglt varð ikki á ykinesleiðini í september og til heystfrítíðina, tí Strandferðsluni varð álagt at spara eina knappa millión krónur.
Tað sæst í svari frá Henriki Old, landsstýrismanni, til Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, ið spurdi, hví mykinesleiðin varð skerd.
SÍ EISINI Nú kann Strandferðslan útveita farleiðir
Mett varð eisini, at ferðasambandið út í Mykines verður væl røkt av tyrluni, sæst í svarinum frá landsstýrismanninum til tingmannin.
Sagt verður eisini, at landsstýrismaðurin ætlar sær at arbeiða fram ímóti eini skipan, har siglt kann verða í september eftir tørvi, til dømis við tilkalling tá ið viðrar.
Strandferðslan ongan eykabát
Siglast skal til Mykines í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 31. august umframt 10 dagar í heystfrítíðini, stendur í avtaluni, Strandferðslan hevur gjørt við privata felagið, sum hevur siglingina.
Av tí at Strandferðslan ongan eykabát hevur, er Strandferðslan bundin av at leiga privatar bátar tá skipini skulu í dokk. Tí gongur Jósup, ið røkir mykinesleiðina, inn í dokkingarætlanirnar hjá Strandferðsluni.
Og so seint sum í ár varð Jósup leigaður millum 1. september og byrjanina av heystfrítíðini, tá ið fleiri skip hjá Strandferðsluni vóru á sleipistøð.