- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvanliga stórur fólkavøkstur
1. oktober búðu 49.673 fólk í Føroyum. Tá búðu 733 fleiri fólk í landinum enn 1. oktober í 2015. skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Fólkavøksturin er óvanliga stórur. Tað er størsti fólkavøksturin, ið hevur verið í einum ársskeiði í Føroyum, síðani 2001 vísa hagtølini.
Tað eru serliga kvinnurnar, ið síggjast aftur í hagtølunum yvir fólkavøksturin í Føroyum hetta síðsta árið - 55 fleiri kvinnur enn menn.
Minsta fráflyting í 36 ár
Tað er serliga tann minkandi fráflytingin úr Føroyum, sum nú stendur fyri fólkavøkstrinum í landinum, skrivar Hagstova Føroya.
Ikki síðani 1980 hevur fráflytingin úr Føroyum verið so lítil sum hetta síðsta árið, í tíðarskeiðnum frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2016.
Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið í Føroyum, skulu vit heilt aftur til 1978 fyri at finna eina so lítla fráflyting úr landinum, sigur Hagstovan.